Tíðarspor

Tíðarspor

XS - S - M - L -XL
60,00 kr
Gå til produktoplysninger
Tíðarspor

Tíðarspor

60,00 kr
Støddir

Tíðarspor er bundin við íblástri av einari troyggju, sum eg sá á einari gamlari mynd. Troyggjan vakti beinanvegin mín áhuga, og eg gjørdist forvitin eftir at vita meira um mynstrið og søguna handan hana.

Eg havi roynt at finna eina upprunaliga uppskrift til troyggjuna, men tað hevur ikki eydnast mær. Tí valdi eg at taka støði í tí, sum sæst á myndini, og skapa mína egnu tulking. Eg havi sjálv arbeitt við sniði, útrokningum, mynstri og smálutum, so troyggjan fekk sítt egna skap og samstundis varðveitti dámin av tí gomlu fyrimyndini.

Navnið Tíðarspor sipar til sporini, sum hondarbeiði, myndir og minnir leggja eftir seg gjøgnum tíðirnar. Ein gomul mynd kann geva nýggjan íblástur, og við hesi uppskriftini hevur troyggjan fingið nýtt lív í einari nýggjari og persónligari útgávu.

Úrslitið er sostatt ikki ein endurgerð av einari funnari uppskrift, men mín egna uppskrift, ment út frá myndini og mínum egna arbeiði. Vónandi kann Tíðarspor geva øðrum somu gleði av at binda, skapa og bera eina troyggju, har gamalt og nýtt møtast.

You may also like